Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Limir í Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya fara 13,30 prosent upp í løn

Trý ára semja undirskrivað millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya

Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya hava í dag skriva undir semju um nýggjan sáttmála.

Talan er um eina trý ára semju, ið byggir á sama karm sum við undanfarin feløg í hesum samráðingarumfarinum: 3,8 prosent fyrsta árið, 4,2 prosent næsta ári og 4,75 prosent triðja árið, sum samanlagt verður til ein lønarvøkstur upp á 13,30, tá renturs renta er roknað uppí.

Ymiskar nágreiningar og ábøtur eru gjørdar í sáttmálanum, eins og partarnir hava avtalað at arbeiða saman um nøkur viðurskifti í sáttmálaskeiðinum.

Semjan sæst her.

Kelda: Fíggjarmálaráðið