Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jóan Petur Hentze kommunustjóri í Tórshavnar kommunu

Hann tekur við Bjørgfríð Ludvig, ið segði seg úr starvi í oktober

Tórshavnar býráð hevur samtykt at seta Jóan Petur Hentze í starvið sum kommunustjóri í Tórshavnar kommunu.

Hann tekur við kommunustjórastarvinum eftir Bjørgfríð Ludvig, sum annars hevur verið kommunustjóri í Tórshavnar kommunu síðan 2016, men sum miðskeiðis í oktober mánað segði seg úr starvi.

Jóan Petur Hentze er 53 ára gamal. Hann er útbúgvin cand.mag í samtíðarsøgu og religiónsvísindum.

Kommunan skrivar, at Jóan Petur Hentze hevur drúgvar stjóraroyndir úr starvinum sum trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu og sum aðalskrivari hjá Kommunusamskipan Føroya.

Jóan Petur Hentze byrjar í starvinum sum kommunustjóri 1. januar 2024.