Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nógv gliðin í hálkuni í morgun

Tað er serliga í Havn, at fólk hava havt tørv á hjálp, eftir at verið dottin í hálkuni

Telefonin hjá vaktsentralinum hevur kimað nógv í morgun millum klokkan sjey og átta.

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at nógv fólk hava ringt til 112, tí tey eru dottin í hálkuni, og hava havt tørv fyri hjálp.

– Tað er serliga í Havn, at fólk eru dottin í hálkuni – serliga á síðugøtunum, har tað ikki er saltað so væl ella slett ikki saltað yvirhøvur, greiðir vaktleiðarin frá.

Løgreglan heitir tí á fólk um at ansa væl eftir, tá ið tey eru til gongu, tí tað er sum á kalvabaki summastaðni.