Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Herverk í skúla í Havn

Málið er so gott sum uppklárað. Eisini verður arbeitt verður víðari við at finna útav, hvør hevur málað á løgtingshúsið

Tað eru tvey herverksbrot at lesa í døgnfrágreiðingini hjá Føroya Politi.

Fyrra herverkið varð framt á løgtingshúsið, har slagorð til frama fyri Palestina eru málað á veggirnar, sum hevur fingið nógva umrøðu í miðlunum.

Í Degi og Viku í gjár tók felagsskapurin “Samhugi við Palestina” frástøðu frá herverkinum, og at felagsskapurin einki hevur við herverkið at gera.

Vaktleiðarin sigur, at eingin er skuldsettur fyri hetta herverkið, men at arbeitt verður víðari við málinum.

Hitt herverkið var á einum skúla í Havn, har ein eldsløkkjari varð tømdur inni í einum rúmi í skúlanum, men skaðin var avmarkaður av tí, at ikki var nógv útgerð inni í rúminum.

Løgreglan heldur seg vita, hvørji børnini eru, ið eru atvoldin til hetta, og at børnini ikki hava tilknýti til hendan skúlan, har herverkið varð framt, og arbeitt verður eisini víðari við hesum máli.