Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilsuverkið í Esbjerg mótmælir

Tað tykist sum at mótmæli eru allastaðni, hesar dagar. Í dag er mótmælisgonga í Esbjerg

DR skrivar, at í dag er mótmælisgonga í Esbjerg. Her eru tað læknar og sjúkrarøktarfrøðingar, ið hava tikið stig til hetta. Sambært teimum, mótmæla tey ómenniskjaligu korini, ið heilsuverkið í Gaza eru undir.

– Læknar og sjúkrarøktarfrøðingar í Gaza arbeiða undir ómenniskjaligum korum – og tað skal steðgast umgangandi, sigur ein av teimum óðu samskiparunum.

Tað var fyri hálvum tíma síðani, at mótmælisgonga byrjaði. Tey uppmøttu samlaðust frammanfyri Sydvestjysk Sygehus í Esbjerg.

Sambært donskum miðlum, vilja samskipararnir handan mótmælisgonguna, leggja trýst á donsku stjórnina. Teir vilja, at danska stjórnin skal leggjast nógv størri trýst á Ísrael og Hamas, og krevja vápnahvíld.

– Vit vísa, at vit standa saman við okkara heilsufrøðiligu starvsfelagum, sigur Sarah Bouziyane Lyngshøj, sum er lækni á sjúkrahúsinum.

Við DR sigur leiðslan á Sydvestjysk Sygehus, at sjúkrahúsið einki hevur við hesa mótmælisgonguna at gera. Víðari siga tey, at slíkar mótmælisgongur ikki skulu forstýra nakran sjúkling á sjúkrahúsinum.