Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Mótmælisgonga í Tel Aviv

Í dag er mótmælisgonga á gøtunum í Tel Aviv. Ísraelar krevja, at ísraelska stjórnin ger skjótari av, at krevja fangarnir leysar, sum yvirgangsfelagsskapurin Hamas heldur til gíðsla

Talan er um ísraelar, ið yvirgangsfelagsskapurin Hamas, hevur tikið til fanga, og enn ikki hevur leyslatið, síðani 7. oktober í ár. Nú eru teirra familjulimir og fólk annars, vorðin ótolin. Tey krevja, at Ísrael ger meir fyri at fáa hesar gíðslarnar heim.

Millum annað skrivar miðilin Al Jazeera, at fleiri av teimum, ið eru møtt upp, ynskja at forsætisráðharrin í Ísrael, Benjamin Netanyahu, skal leggja frá sær sum forsætisráðharri. Hetta hevur fingið fyrisitingina hjá forsætisráðharranum at leggja eitt sjónbandsbrot út, har Netanyahu greiður frá hansara støðu.

Benjamin Netanyahu vísur á, at USA í gjár brúkti sín vetorætt, tá ST trygdarráðið skuldi atkvøða um at krevja vápnahvíld millum Ísrael og Hamas.

Sambært Al Jazeera, sigur Netanyahu, at Ísrael heldur fram við sínum stríðið, fyri at tileinkisgera Hamas. Víðari sigur hann: – Onnur lond mugu skilja, at tað er ómøguligt at stuðla endamálinum at tileinkisgera Hamas, samstundis sum ein heitir á Ísrael um at steðga stríðnum. Hetta forðar Ísrael tileinkisgera Hamas.

Hetta umtalaða stríðið millum Ísrael og yvirgangsfelagsskapin Hamas, hevur staðið á síðani 7. oktober í ár.