Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Bárður: Haldføri kemur ikki av at flyta pengar millum kassar

Undanfarna samgonga hevði eina røð av tiltøkum, til tess at tryggja víðari vøkstur. Eitt av hesum var ‘Vakstrarforum’, sum við nýhugsan skuldi stimbra nýggjum vinnugreinum

Haldføri kemur ikki av at flyta pengar millum kassar. Haldføri tryggja vit við nýhugsan, víðari vøkstri og neyðugum bygnaðarbroytingum. Nýggjar vinnur mugu stimbrast og verandi mugu tryggjast bestu korini at virka undir.

Sitandi samgonga hevur slept øllum ætlanum um Vakstrarforum. Ístaðin førir hon ein vinnuræðandi avgjaldspolitikk, har hægri gjøld á vinnu og borgara skulu fíggja gyltu vallyftini og hallið á fíggjarlógini.

Hoyr formann Sambandsfloksins, Bárður Nielsen, greiða frá, hvussu vit tryggja víðari vøkstur.