Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing

Tað kostaði einum útlendingi dýrt, tá hann legði á ein tollara á flogvøllinum leygardagin

– Revsingin er lutfalsliga hørð fyri útlendingar, ið koma higar í arbeiðsørindum.

Soleiðis sigur vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn í morgun í sambandi við, at ein eysturevropeiskur maður varð handtikin leygardagin, eftir at hann hevði lagt á ein tollara á flogvøllinum, tí tollarin boðaði manninum frá, at hann hevði ov nógvar tollfríar vørur við sær í viðførinum.  

Maðurin hevur nú fingið ein dóm fyri tilburðin, og dómurin er harður; 30 daga treytaleysa fongsulsrevsing og útvísing – við innferðarforboði at koma til Føroya í trý ár, eftir at hann hevur sitið dómin.

Vaktleiðarin sigur, at útlendingar, sum millum annað koma til Føroya at arbeiða, standa rættiliga veikir, tá tú sum útlendingur kann koma upp á kant við lógina, tí tað er skjótt at fáa dóm, og sum oftast fylgir ein útvísing eisini við.