Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nú fara teir at reypa av álvara

Liverpool liggja ovast í Premier League og tað fara teir at tosa nógv um í Liverpool sendingini á FM1 týsdagin kl 16.00

Salah fær sítt mál nr 200 fyri Liverpool og Harvey Elliott gert hetjan í yvirtíðini og byrjar av álvara at vísa sítt virði! Alisson ger sítt fyri at halda Liverpool inni í einum illaspældum dysti og Liverpool eru nú nr. 1 Premier League aftaná 16 umfør!

Hetta er 17. ferð at Liverpool skora eitt mál í yvirtíðini undir Jurgen Klopp. Hvat av teimum minnast tit best? 😁

Vit hyggja eisini aftur á dystin sum var síðsta mikudag móti Sheffield United og tann umtalaða reyvasprekkan hjá Arnold 😅

Vit hyggja fram móti Europa League dystin hósdagin, sum allarhest verður eitt spekka reservalið og brakið móti Manchester United komandi sunnudag á Anfield, har United ikki hava skora síðani 2018!

Gestirnir hesaferð eru Bogi Simonsen og Jan Vestergaard!

Lurtið á FM1 hvønn týsdag kl. 16 😉