Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tabletop Føroyar skipar fyri kapping í “Ticket to Ride” í Hollywood í Niels Finsensgøtu

Leygardagin 16. desember verður kapping í “Ticket to Ride”. Kappingin verður hildin klokkan 15 í Hollywood í bygninginum hjá Bláa Krossi í Niels Finsensgøta 20 í Tórshavn.
Tey sum melda til fáa møguleikan at vinna góðar vinningar, og koma saman við øðrum at spæla spælið mongum dáma so væl.

Vinningarnir eru:

1. Gávukort á 1.500 kr. frá Kids leikum.
2. Gávukort á 500 kr. frá Rit og Rák, og Føroyska Hint.
3. Trý spøl H. J. Jacobsens bókhandlil letur: Tvey Exit spøl og nýggja Mosh Pit kortspælið.
4. Eitt eintak av “Ticket to Ride: Europe”.

Aftrat hesum eru luttakarar við í dráttinum um eitt eintak av “Ticket to Ride: Europe”.

At taka lut í kappingini er ókeypis. Kappingin er fyri limir í Tabletop Føroyar. Til ber at melda seg sum lim á staðnum, ella her: https://innliman.tabletop.fo.

Fólk kunnu melda seg til sjálva kappingina á hesari leinkjuni:

Til ber at fylgja kappingini á hesari leinkjuni:


Í kappingini vera 3 spøl spæld, tann sum hevur fingið samlað mest stig ígjøgnum øll hesi spølini vinnur høvuðsvinningin, tann sum hevur næstflest stig fær 2. vinning.

Stigini, ið krevjast til at vinna kappingina, eru øll tey vanligu stigini ein fær í “Ticket to Ride: Europe” spælinum. Haraftrat fært tú eisini eyka stig fyri hvussu væl tú stendur teg í teimum spølunum tú spælir.
Tá kappingin er av og vinnararnir eru funnir verður drigið lut ímillum allir aðrar luttakarar um eitt eintak av spælinum “Ticket to Ride: Europe”.

Spælt verður við útgávuni: Ticket to Ride: Europe. Reglarnir fyri spælinum vera gjøgnumgingnir á staðnum. Tíð verður til eina gjøgnumgongd. Fyrireikararnir vóna eina góða uppmøting.

Les eisini...  Samrøða: Nýggju tilmælini fara ikki at dýrka jarðhita

Kafé´in hjá Hollywood er opin, og bjóðar eisini ókeypis te, kaffi og saft.

Stuðlað kappingini hava Kids Leikur, Rit og Rák, og H.N.Jacobsens Bókahandil.