Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ein bilførari tikin at koyra við kenning

Fólk sóu bilin koyra undarligt, og valdu at melda

Um 15-tíðina í gjár varð ein bilur steðgaður í Norðoyggjum.

Fólk høvdu sæð ein bil koyra heldur undarliga, og valdu tí at ringja til løgregluna at boða frá hesum.

Tað vísti seg eisini, at hesi fólkini høvdu gjørt rætt, tí tá løgreglan steðgaði bilinum, vísti tað seg, at alkometrið gav eitt útslag, ið merkir, at bilførarin koyrdi við kenning.

Bilførarin, ein maður, er nú skuldsettur fyri at koyra við kenning og blóðroynd er eisini tikin av honum.

So var eisini eitt lítið ferðsluóhapp á Sandi í gjárkvøldið, men óhappið hevði lítið upp á seg. Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur, at talan var bert um onkrar skøvur á bilarnar.

Nøkur ferðsluátøk hava eisini verið seinasta døgnið. Hóast nógvir bilar vórðu kannaðir, so var alt í ordan – í flestu førum.

Einasta, sum bleiv skrivað niður í svørtu bók, vóru tveir bilførarar, ið fingu eina átalu fyri, at onkrar perur á bilinum ikki lýstu.