Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Maður fingið dóm fyri neyðtøku

Føroya rættur hevur í dag dømt ein ungan mann eitt ár og seks mánaðar fongsulsrevsing í einum neyðtøkumáli

Ein 17 ára gamal maður er í dag í Føroya rætti funnin sekur í at hava framt neyðtøku móti ungari kvinnu. Aldurin á kvinnuni verður ikki nevndur, men hon var um sama aldur sum ungi maðurin.

Dómurin ljóðar upp á eitt og seks mánaðar fongsulsrevsing. Seks mánaðir eru treytaleysir, meðan eitt ár er treytað – við einari royndartíð upp á tvey ár undir eftirliti av Kriminalforsorgini og Barnaverndini í royndartíðini. Eisini er maðurin dømdur í viðgerð fyri rúsdrekkamisnýtslu.

Hendingin fór fram tann 9. apríl í 2022 í tíðarskeiðnum millum umleið klokkan 02:00 og 06:00 heima í kamarinum hjá ungu kvinnuni, tá ungi maðurin var 16 ára gamal.

Her hevur ungi maður, sambært ákæruritinum, uttan samtykki og við harðskapi, framt neyðtøku móti kvinnuni við at leggja seg oman á hana og halda henni fast við sínum hondum, men eisini at hava tikið kvørkratak um hálsin á kvinnuni, hóast hon fleiri ferðir sigur nei, biður hann steðga og roynir at berja seg fría.

Hóast maðurin var undir 18 ár, tá hendingin fór fram, so var harðskapselementið tyngjandi fyri mannin, sum í dag hevur fingið dóm í Føroya rætti.

Eisini skal ungi maðurin rinda órættaðu kvinnuni 70.000 krónur í endurgjaldi.

Ákærumyndugleikin fór eftir, at allur dómurin upp á eitt og eitt hálvt ár skuldi vera treytaleysur, men rætturin gekk við til, at seks mánaðir vórðu treytaleysir, sum merkir, at maðurin skal inn at sita hetta tíðarskeiðið.

Ákærumyndugleikin og dømdi maðurin hava nú 14 daga umhugsanartíð, hvørt dómurin skal skjótast inn fyri hægri rætt ella ikki.