Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nýggj føroysk sápa á marknaðinum

Hotel Djurhuus hevur í longri tíðarskeið brúkt orku upp á at framleiða eina føroyska sápu, og nú er hon komin á marknaðin

Ein nýggj føroysk sápa sær dagsins ljós.

Hotel Djurhuus hevur nú í eina tíð brúkt orku upp á at framleiða eina føroyska sápu, og nú er hon komin á marknaðin.

“Sápan hóskar væl til sniðgevingina á Hotel Djurhuus. Etikettin er svørt eins og hotellið og sæst ein týðiligur samanhangur í sniðgevingini. Tó er hetta ein sápa, ið eisini hóskar inn í nærum hvørt húsarhald, tí eingin litur brýtur frá og er sniðgevingin modernað og einkul”, siga fólkini handan nýggju sápuna.

Sápan er sniðgivin í Føroyum, og tað er føroyska fyritøkan Kemilux, sum stendur fyri framleiðsluni.

“Eingin ivi skal vera um, at sápan er føroysk, tí hon er framleidd av føroyskum vatni og rabarbum, hevur eitt lítið føroysk flagg aftanfyri á etikettini og frammanfyri á etikettini hómast allar 18 føroysku oyggjarnar”, stendur at lesa í tíðindaskrivi frá Hotel Djurhuus.

– Talan er um eina serstaka sápu, ið er ætlað teimum, sum ganga høgt uppí kvalitet, sigur Rúni Djurhuus, stjóri í Hotel Djurhuus.

Sápan er mild – bæði fyri hendur og náttúruna, hon angar væl av rabarbum, og fæst bæði sum hondsápa og sum shampoo, siga fólkini handan nýggju sápuna.

Hon fæst til sølu í Nips SMS, Hotel Djurhuus, dutyfree Vága Floghavn og á www.skalkur.fo.