Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Jasper Van Der Heyden skiftir til NSÍ

28 ára gamli álopssinnaði miðvallarin hevur júst skrivað undir ein tvey-ára sáttmála við NSÍ

NSÍ-leiðslan er í gongd við at fyrireika hópin til eitt nýtt ár í bestu deildini, og nú hevur ein av profilunum í føroysku kappingini seinastu árini skrivað undir fótbóltsfelagið í Runavík.

Jasper Van Der Heyden er upprunaliga úr Belgien, men hann hevur seinastu fýra kappingarárini spælt í bestu føroysku deildini. Tað er blivið til 88 dystir og heili 22 mál.  

Seinastu tvey árini hevur hann spælt við 07 Vestur, og áðrenn tað spældi hann eitt kappingarár við KÍ og eitt við AB.

Talan er um ein royndan leikara, ið hevur júst tær dygdirnar, sum eyðkenna ynskiliga NSÍ-spælið. Hann er kvikur, hevur sera góðan bóltførleika og so er hann hartil málfarligur.

– Vit gleða okkum til at síggja Jasper ganda við bóltinum á vøllinum við Løkin. Hjartaliga vælkomin í gult, skrivar heimasíðan hjá NSÍ, sum eisini skrivar, at NSÍ-leiðslan heldur síni kort tætt at kroppinum, so vit mugu bara bíða í spenningi fyri at vita, um fleiri spælarar eru á veg.