Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Olja á vegnum

Vegastrekkið frá Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls er dálkað av olju

Vegastrekkið frá Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls er dálkað av olju.

– Serliga ringt er tað millum frákoyringarnar til Velbastaðar, sigur løgreglan.

Føroya Politi kennir ikki enn orsøkina til hesa dálking, men kemur hon frá einum, enn, ókendum akfari.

Løgreglan heitir á fólk um at venda sær til løgregluna, um so er, at fólk hava sæð eitthvørt av týðningi fyri málið.