Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heilsumálaráðið og fíggjarlógin fyri 2024 í Stjórnini í dag

Løgtingsins umboðsmaður hevur givið Heilsumálaráðnum álvarsliga átalu fyri vantandi innlit í ráðnum, men hvør eigur ábyrgdina, og hvat skal henda?

Nógv mál eru á skránni í Løgtinginum í dag í samband við uppskotið til løgtingsfíggjarlóg fyri 2024, sum væntandi fer at geva eitt yvirskot upp á 6,5 milliónir krónur, nú álitið hjá samgonguumboðunum í fíggjarnevndini í Løgtinginum er komið úr nevndini.

Fyri tveimum mánaðum síðan roknaði landsstýrið annars við einum undirskotið upp á 64 milliónir krónur.

Hetta fara gestirnir hjá Árna Gregersen, Jóannes Eidesgaard, Heðin Zachariasen og Tórbjørn Jacobsen at kjakast um í “Stjórnini – politikkur á skák”, sum verður send á FM1 beint eftir tíðindini klokkan 17.