Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Aftur húsaófriður í gjár

Fyrradagin fekk løgreglan eina fráboðan um húsaófrið, og í gjár kom aftur ein fráboðan um húsaófrið uppi í Hoyvík

Hetta er tíðin, tá jólahugnin er í hásæti, men hetta er eisini tíðin, soleiðis sum niðurlagið sigur tað: “Guð man ráða, hvar vit drekka onnur jól”, tí hetta er eisini tíðin, tá meira alkohol verður drukkið.

Fyrradagin var ein tilburður um húsaófrið, har alkohol var uppií, og aftur í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um húsaófrið uppi í Hoyvík, har mannligi parturin í einum parlagi hevði verið harðligur við kvinnuna.

Eins og fyrradagin, so var alkohol uppi í.

Hetta var beint fyri klokkan 19 í gjárkvøldið.

– Órættaða kvinnan varð send til læknavaktina at fáa dokumentasjón fyri tað, ið henni hevði verið fyri, meðan maðurin, sum hevði framt harðskapin, bleiv tikin við á løgreglustøðina, har hann hevur ligið nátt. Hann verður avhoyrdur í dag, og síðan latin leysur aftur, greiðir vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn frá.

Vaktleiðarin greiðir eisini frá, at tað er eitt sindur óheppið í tílíkum støðum, tá annar parturin í einum parlagi hevur verið harðligur við hin, og so tá løgreglan er liðug at avhoyra viðkomandi, at so er honum frítt at fara at fara heimaftur.

– Vit práta við partarnar um, at kanska er tað best fyri bæði, um tann, ið hevur framt harðskapin, ikki fer heimaftur við tað sama – ella um tað er best, at tann órættaði fer til onkran í familjuni ella í Kvinnuhúsið at vera, sigur vaktleiðarin.