Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Leita enn eftir bilførara

Vegastrekkið millum Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls bleiv illa dálkað av olju í gjár, ið kravdi stórt upptak

Seinnapartin í gjár kunngjørdi Føroya Politi, at olja var á vegnum frá vegastrekkinum frá Gomlurætt og niðan á Velbastaðháls.

Løgreglan heitti í hesum sambandi á fólk at boða frá, um tey vistu nakað um hesa oljudálking, men enn hevur løgreglan ikki frætt frá fólki um hetta.

– Hetta er rættiliga umfatandi dálking, men tað er líkt til, at viðkomandi bilførari, sum hevur koyrt akfarið, har oljan kom frá, hevur verið tilvitaður um oljulekan, tí vit síggja, at viðkomandi hevur steðgað á og koyrt út á vegjaðaran, tí oljulekin er stórur á hesum plássinum. Men so hevur viðkomandi koyrt víðari, har olja framvegis er likin á vegin, greiðir vaktleiðarin frá.

Løgreglan harmast, at viðkomandi bilførari ikki sigur frá, tá slíkt kemur fyri, tí hetta kravdi stórt upptak, umframt at vandi kann standast av, at olja er á vegnum.

Løgreglan heitir tí enn á fólk, um tey hava sæð eitthvørt til, hví oljudálkingin er komin á hesum áðurnevnda vegastrekkinum í gjár.