Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

A-landsliðið spælir móti Danmark í mars 2024

Týsdagin 26. mars møtast Danmark og Føroyar í venjingardysti á Brøndby Stadion. Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska manslandsliðið skal spæla í mars mánaða

Fótbóltssamband Føroya hevur fingið avtalu í lag við DBU, ið er danska fótbóltssambandið, at Danmark og Føroyar møtast í venjingardysti á Brøndby Stadion týsdagin 26. mars klokkan 19:15, sum er klokkan 20:15 danska tíð.

Talan er um seinna av tveimum venjingardystum, sum føroyska A-landsliðið við monnum skal spæla í mars mánaða komandi ár.

Tíggju dystir eru annars á skránni hjá manslandsliðnum í 2024 – fýra venjingardystir, sum verða í mars og juni mánaða, og seks dystir í UEFA Nations League, sum verða í september, oktober og november.

Hvørji mótstøðulondini verða í UEFA Nations League kappingini, verður avgjørt við lutakasti hósdagin 8. februar.

Kelda: Hans Erik Danielsen/fsf.fo