Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Álit: Aðalstjórar skulu vera áramálsettir

Álit er handað løgmanni um setanarviðurskiftini hjá aðalstjórum

Fyrr í ár setti løgmaður, eftir tilmæli frá føroysku limunum í dómaratilnevningarnevndini, eina óhefta nevnd at endurskoða setanarviðurskifti hjá aðalstjórum. Uppgávan hjá nevndini var at vísa á styrkir og veikleikar í verandi skipan og orða eitt tilmæli um, hvørjar broytingar møguliga kunnu gerast.

Nevndin er komin á mál, og tilmælið er latið løgmanni at taka støðu til.

Frá fastari setan til áramál
Í álitinum mælir  nevndin til, at hildið verður fast í tænastumannasetan av aðalstjórum innan fyri verandi lógarkarmar og setanartreytir. Tó mælir nevndin til ta grundleggjandi broyting, at allar nýsetanir av aðalstjórum verða áramálssettar setanir og ikki fastar setanir.

Nevndin mælir til, at:

• Aðalstjórar verða settir upp á áramál í sjey ár sum tænastumenn í lønarflokki 39 við einum aðalstjóraískoyti umframt einum áramálsískoyti upp á 20 prosent.

• Áramálssetanin kann verða longd við trimum árum.

• Starvsviðurskifti hjá verandi aðalstjórum verða óbroytt. Tó kunnu verandi aðalstjórar fáa møguleika at flyta yvir til nýggju skipanina, um ynski er um hetta.

• Verandi aðalstjórar, sum ynskja at fara yvir at gerast áramálssettir, verða settir eftir somu treytum, sum nýsettir aðalstjórar.

• Nýsettir aðalstjórar skulu hava rætt til fráfaringarløn eins og landsstýrisfólk: Fráfaringarlønin er seks mánaðir løn. Virðið av møguligari aðrari inntøku í fráfaringartíðarskeiðnum verður drigið frá fráfaringarlønini eftir nærri reglum.

• Starvsfólk, sum eru í starvi hjá landinum, og sum verður sett sum aðalstjóri, skulu hava rætt til farloyvi úr starvi sínum.

Til ber at lesa alt álitið her. 

Stutt um nevndina
Nevndin hevur skipað eina fakliga og luttakandi tilgongd, sum er sett saman av søguligum tilfari, lýsing av støðuni í londunum uttan um okkum og samrøðum við 15 viðkomandi hoyringspartar.

Í nevndini hava sitið Sólja í Ólavsstovu, forkvinna, Eyðfinnur Jacobsen, nevndarlimur, og Kristoffur Laksá, nevndarlimur. Rakul Svabo Róadóttir, fultrúi á Løgmansskrivstovuni, hevur verið skrivari hjá nevndini.