Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ítróttarfagnaðurin – freistin at innstilla er á midnátt

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum ÍSF skipar fyri á hvørjum ári, verða ítróttatalent, leiðarar, venjarar og eldsálir heiðrað, og í dag er seinasti dagur at senda inn nøvn, sum kunnu koma í uppskoti at heiðrast

Á ÍtróttaFAGNAÐINUM, sum ÍSF skipar fyri á hvørjum ári, verða ítróttatalent, sjálvboðin hjálparfólk, leiðarar, venjarar og eldsálir, ið hvønn dag gera eitt stórt arbeiði úti í feløgunum og sambondunum, heiðrað.

Øll kunnu innstilla, og freistin er í kvøld, fríggjadagin 15. desember, á midnátt.

Les meira, og innstilla ein, ið tú heldur skal heiðrast á leinkjuni her.

Hesi hava áður vunnið ársins heiðurslønir:

ÍtróttaÁTAK

  • 2018 Flogbørn (FBF)
  • 2019 Eydnudeild Føroyar
  • 2020 Faroe Islands Handball Cup
  • 2021 Fótbóltsskúlin við Stórá
  • 2022 Special Olympics fótbóltsliðið hjá HB

ÍtróttaFELAGSSKAPUR

  • 2019 Taekwondosamband Føroya
  • 2020 Hondbóltssamband Føroya
  • 2021 Føroya Styrkisamband
  • 2022 Víkingur

ÍtróttaFYRIMYND

  • 2019 Høgni Kunoy Dávason, taekwondo
  • 2020 Gurið Krosslá Augustinussen, hondbóltur
  • 2021 Brynjar Poulsen, fótbóltur
  • 2022 Jógvan Kristiansson Glerfoss, frælsur ítróttur

ÍtróttaNAVN

  • 2018 Torkil Veye, súkkling
  • 2019 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
  • 2020 Sverri Sandberg Nielsen, rógving
  • 2021 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur
  • 2022 Hákun West av Teigum, hondbóltur

ÍtróttaSTJØRNUSKOT

  • 2019 Elias Ellefsen á Skipagøtu, hondbóltur
  • 2020 Samuel Johansen Chukwudi, fótbóltur
  • 2021 Elisabeth Erlendsdóttir, svimjing
  • 2022 Óli Mittún, hondbóltur

Heiðursskjal Poul E. Petersen verður eisini latið í samband við árliga ÍtróttaFAGNAÐIN. Yvirlit yvir tey, sum hava fingið heiðursskjalið sæst her