Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sambandsflokkurin á Fólkatingi fer ikki at brúka tulkatænastuna

Flokkarnir hjá fólkatingslimunum úr Grønlandi og Føroyum kunnu fáa 67.000 kr. um mánaðin til tulk og umseting, men Sambandsflokkurin fer ikki at brúka hesa tænastuna

Flokkarnir hjá fólkatingslimunum úr Grønlandi og Føroyum fáa nú 67.000 krónur um mánaðin til tulk og umseting.

Hetta verður gjørt, so fólkatingfólkini kunnu tosa grønlendskt og føroyskt í fólkatinginum.

Tað, sum ikki verður brúkt til hesa tænastuna, skal latast fólkatinginum aftur.

Sambandsflokkurin á Fólkatingi sigur í dag, at flokkurin fer ikki at brúka hesa tulkatænastuna.

– Fyri einki ivamál skal vera, so skal eg gera greitt, at Sambandsflokkurin á Fólkatingi fer ikki at brúka skipanina hjá Fólkatinginum um at fáa pening til tulk, sigur Anna Falkenberg, fólkatingskvinna fyri Sambandsflokkin, í tíðindaskrivi.

Flokkarnir á fólkatingi kunnu søkja um peningin, um tørvur er á tí, men tað verður tað ikki í hesum føri hjá Onnu Falkenberg.

– Eg havi ikki brúk fyri hasi skipanini, sum støðan er nú, tí eg fari framhaldandi at tosa danskt í Fólkatingssalinum. Er tað tørvur á onkrari umseting í sambandi við fólkatingsarbeiðið, so verður tað avgreitt undir verandi skipan við floksstuðli, sigur Anna Falkenberg.