Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Koyrdi útav vegnum

Skuldsettur fyri at koyra við kenning

Sunnumorgunin fekk løgreglan eina fráboðan, at ein bilur hevði koyrt útav vegnum í Gøtudali.

Hetta var um níggju tíðina í gjáramorgunin.

Tá løgreglan kom á staðið, fekk løgreglan misstanka um, at bilførarin hevði koyrt ávirkaður av rúsdrekka. Alkometrið gav útslag, og blóðroynd varð síðan tikin av bilføraranum, sum nú er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Hvørki bilførarin ella bilurin fingu nakran merkisverdan skaða av ferðsluóhappinum.

Annars boðar vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá einum friðarligum vikuskifti.

Løgreglan hevur framt nógv ferðsluátøk um vikuskifti – eini 14 átøk – men vaktleiðarin visti ikki í morgun at siga, hvussu nógv mál eru skrivað niður í hesum sambandi.