Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uros “heim” til ÍF

Uros Stojanov fer aftur at spæla fótbólt í Fuglafirði. ÍF hevur gjørt sáttmála við serban fyri komandi kappingarár

– Tað er við stórari gleði, at vit kunnu kunngerða, at ÍF og Uros hava gjørt avtalu fyri kappingarárið 2024.

Soleiðis skrivar ÍF á sínum Facebook-vanga.

Serbin hevur seinasta árið spælt við 07 Vestur, men hevur nú valt leggja leiðina aftur til Fløtugerði í Fuglafirði, har hann áður hevur skorað 24 mál í 41 dystum fyri í ÍF í kappingarárinum 2020, og fyrru helvt av 2021.

Uros er 34 ára, og hevur í alt leikt 92 dystir í Betri Deildini og skorað 45 mál.

Umframt, at hann áður hevur umboðað ÍF, so hevur Uros Stojanov eisini spælt fyri 07 Vestur, Skála og B36, men nú verður tað so aftur ÍF, at hann fer at spæla við komandi kappingarár.

– Vit gleða okkum at síggja Uros aftur í reyðu blusuni, og ynskja honum vælafturkomnan til Fuglafjarðar, skrivar ÍF.