Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Uppskot til løgtingslóg um Brekumboð borið í Løgtingið

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almanna- og mentamálum, hevur borið uppskot um løgtingslóg um Brekumboð niðan í Løgtingið

– Tað hevur leingi verið tørvur á einum óheftum Brekumboði í Føroyum, og tí gleðist eg um, at lógaruppskotið er borið niðan í Løgtingið.

Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í almannamálum, við heimasíðuna hjá Almanna- og mentamálaráðnum.

Endamálið við lógaruppskotinum er at betra um rættindi og kor hjá fólki, ið bera brek.

Brekumboðið hevur sum aðalmál at tryggja, at røddin hjá fólki, ið bera brek, gerst týðiligari í almenna rúminum, og skal virka fyri, verja og hava eftirlit við, at innlendis lóggáva, tænastur og tilboð eru í samsvari við breksáttmálan.

Eisini skal Brekumboðið hava ein upplýsandi leiklut um rættindi hjá fólki, ið bera brek. Í hesum sambandi skal Brekumboðið millum annað veita ráð og vegleiðing, um rættindi, kæru- og klagumøguleikar, og gera frágreiðingar og kanningar um viðurskifti hjá fólki, ið bera brek.

Fyrsta viðgerð av uppskotinum verður eftir jól.

Lógaruppskotið kann lesast HER