Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Farsóttarnevndin er sett av nýggjum

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum

Á nýggjárinum, tann 1. januar 2024, verður farsóttarmálsøkið formliga yvirtikið frá donskum myndugleikum. Við uppskotinum fáa føroyskir myndugleikar lóggávuvaldið og útinnandi valdið á málsøkinum. Farsóttarøkið fevnir um øll tey viðurskifti í tí føroyska samfelagnum, sum kunnu verða ávirkað av einari farsótt, um so er, at tey ikki verða flokkað undir eitt annað málsøki, sum ikki er yvirtikið.

Í sambandi við yvirtøkuna av málsøkinum, er nýggj farsóttarnevnd sett. Í farsóttarlógini er ásett, at farsóttarnevndin er manna við seks føstum limum umframt trimum limum, sum landsstýriskvinnan velur. Føstu limirnir í farsóttarnevndini eru fútin, stjórin í Fólkaheilsustýrinum, landslæknin, stjórin á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni, landsdjóralæknin og stjórin á TAKS.

Fyrsti fundur hjá nýggju farsóttarnevndini var í gjár, har nevndin skipaði seg. Michael Boolsen, fúti, er formaður í farsóttarnevndini.

Føstu limirnir í nevndini eru:

  • Michael Boolsen, fúti
  • Bjarni á Steig, stjóri í Fólkaheilsustýrinum
  • Lars Fodgaard Møller, landslækni
  • Bárður Enni, stjóri á Heilsufrøðiligu Starvsstovuni
  • Birna Mørkøre, landsdjóralækni
  • Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS

Limirnir, sum landsstýriskvinnan, Margit Stórá, hevur valt:

  • Turid Arge, aðalstjóri í Heilsumálaráðnum
  • Gunnvá Guttesen, varastjóri við sjúkrarøktarfrøðiligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
  • Eyðun Christiansen, stjóri í Kommunufelagnum

Farsóttarnevndin ráðgevur og vegleiðir um handfaringina av alment vandamiklum og samfelagskritiskum sjúkum.