Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum tikin í nýtslu

Seinnapartin í dag varð fyrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum tikin í nýtslu

– Við sjálvtøkuni uttanfyri Tjaldurs apotek fer at bera til at keypa handkeypsheilivág alt samdøgrið í Suðurstreymi, tað vil siga eisini tá ið Tjaldurs apotek og apotekið í Steinatúni hava afturlatið. Tað er mín vón, at hetta fer at virka eftir ætlan, og at tænastan til borgaran gerst betri.

Tað sigur Margit Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum, í samband við, at yrsta sjálvtøkan til handkeypsheilivág í Føroyum varð tikin í nýtslu seinnapartin í dag.

Landsstýriskvinnan fekk sjálv heiðurin at vera fyrsti kundi í sjálvtøkuni, men ikki er greitt, hvat hon keypti í sjálvtøkuni.

Sjálvtøkan hjá Tjaldurs apoteki er sett á útveggin við ta violettu inngongdina á vestursíðuni á SMS.

– Talan er um fyrstu sjálvtøkuna til handkeypsheilivág hjá Apoteksverkinum. Sjálvtøkan, sum er tøk alt samdøgrið, er knýtt at Skjáttuni hjá Talgildu Føroyum, soleiðis at einans persónar, sum eru fyltir 18 ár og eldri, kunnu keypa handkeypsheilivág í sjálvtøkuni, skrivar Heilsumálaráðið.