Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvey hálkuóhapp seinasta døgnið

Bæði bilar og fólk sluppu væl frá óhappinum

Tað hevur verið kalt í gjárkvøldið og í nátt, og tað hevur eisini verið hált í støðum, har løgreglan hevur fingið nakrar fráboðanir um hálka, har Føroya Politi gav boðini víðari til røttu viðkomandi, ið fóru út at salta vegirnar, har hált var.

Hálkan í gjárkvøldið hevði við sær, at tvey hálkuóhapp eru fráboðaði løgregluni seinasta døgnið.

Tað fyrra hendi á Oyndafjarðarvegnum – á Heltnini, sum tað verður kallað – har ein bilur gleið út av vegnum og endaði í veitini við síðuna av vegnum.

– Bilførarin, sum var einsamallur í bilinum, fekk ongan skaða, og tað sama kann sigast um bilin, ið heldur ikki fekk stórvegis av skaða, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Hitt hálkuóhappið hendi í nátt við rundkoyringina til Vágatunnilin, streymoyarmegin, har ein bilur fór á glið í rundkoyringini og rakti eitt skelti. Heldur ikki her fekk hvørki bilførari ella bilur nakran nevniverdan skaða.