Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Spaniólar ótu maltesarabomm

Holendingar máttu noyðast við turr tulipántrø, tá spaniólar skoraðu eftir vild.

Í 1970-árunum fekk hollendskur fótbóltur eitt framlop sum ongantíð fyrr. Í klubbfótbólti vístu fyrst Feyenoord (1970) og síðani Ajax Amsterdam (1971-73) vegin, tá tey vunnu Europa Cup fyri meistaralið, sum seinni varð nevnt UEFA Champions League. Landsliðið vann seg eisini í tvær fylgjandi HM finalur (1974 og 1978), men undir EM 1980 mátti Holland boyggja seg fyri Tjekkoslovakia upp á verri málmun.

Spania vann EM 1964 á heimavølli og luttók eisini í HM 1966, men rendi seg síðani í eina sjónliga afturgongd, tí liðið megnaði ikki at vinna seg til 5 endaspøl á rað: 1968, 70, 72, 74 og 76. Liðið vann seg til HM 1978 og EM 1980, áðrenn Spania skuldi skipa fyri HM 1982.

Í undankappingini til EM 1984 komu Holland og Spania saman í bólk nr. 7 við Írlandi, Íslandi og Malta. Júst Malta fekk ein avgerandi leiklut, tí 17. desember 1983 vann Holland 5-0 á Malta og endaði sostatt undankappingina við 13 stigum og +16 í málmuni. Um Spania vann seinasta dystin ímóti Malta, so endaðu teir eisini á 13 stigum og so kom málmunurin at verða avgerandi fyri, hvat lið vann seg víðari til endaspælið.

Spania hevði ein málmun á +5 og noyddist at vinna við minst 11 málum. Um teir skoraðu 11 mál, høvdu teir skotið fleiri mál enn Holland og høvdu sostatt vunnið seg til EM-endaspælið í Fraklandi. Liðið hevði undan seinasta dystinum bara skorað 12 mál í undanfarnu 7 dystunum og áðrenn dystin segði maltesiski málmaðurin, John Bonello: “Eg hevði ikki komið heimaftur, um eg lat 11 mál fara ígjøgnum.”

Fýra dagar seinni, 21. desember, møttust Spania og Malta í Sevilla. Dysturin var nóg illa byrjaður, tá Spania fekk tillutað eitt brotsspark, men Juan Antonio Señor brendi. Spania legði seg á odda eftir korter, men tíggju minuttir seinni javnaði Malta. Støðan var 3-1 í hálvleikssteðginum, tó væntaðu tey fægstu, at Spania skuldi megna at skora øll tey neyðugu málini.

Les eisini...  Kvinnulandsliðið skal spæla tveir venjingardystir í februar

Ímóti dystarenda skoraði Juan Antonio Señor til 12-1 og tað var um reppið, at Rafael Gordillo skoraði til 13-1, men málið varð kolldømt. Kolldømda málið fekk kortini ongan týdning, tí Spania hevði skorað ein mun á +11 mál.

Endin varð, at Spania og Holland endaðu á 13 stigum, men Holland hevði nú skorað 22 mál og latið 6 inn, meðan Spania hevði skotið 24 mál og latið 8 inn.

Danska landsliðið, sum fyrireikaði seg til EM-endaspælið 1984, møtti báðum liðum í venjingardystum. 14. mars tapti Danmark 6-0 fyri Hollandi og 11. apríl 2-1 fyri Spania. Undir sjálvum endaspælinum vann Spania á Danmark í hálvfinaluni eftir brotssparkskapping, men tapti finaluna fyri Fraklandi (2-0).

Við jøvnum millumbili hava røddir verið frammi um avtalað spæl millum liðini, men ongin hevur kunnað prógvað nakað, hóast maltesiskir leikarar hava verið frammi um doping og doyvingarevni. Harumframt hava maltesiskir miðlar tosað um mutur. Aðrir hava umrøtt vánaligar fyrireikingar og keðiligar venjingarumstøður sum høvuðsorsøk.