Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Ingilín: SEV er og verður samhandsfasta elfelag okkara

- Eg skilji væl, at stór skepsis er, tá broytingar verða gjørdar á elorkuøkinum. Serliga tá tað viðvíkur SEV. Men lat meg sláa fast, at ætlanin er ikki at gera upp við samhaldsfasta elfelag okkara, ið hevur tænt okkum væl og leingi sum samfelag, sigur landsstýriskvinnan í umhvørvismálum, Ingilín D. Strøm

Í útvarpstíðindunum í dag (í gjár, red.) boðaði eg vegna landsstýrið frá, at løgtingslóg um elveiting er farin til hoyringar. Tað hevur vakt undran hjá summum, og fingið onkran til knappaborðið. Eg skilji væl, at stór skepsis er, tá broytingar verða gjørdar á elorkuøkinum. Serliga tá tað viðvíkur SEV. Men lat meg sláa fast, at ætlanin er IKKI at gera upp við samhaldsfasta elfelag okkara, ið hevur tænt okkum væl og leingi sum samfelag. Lógaruppskotið er gjørt út frá semjuni, sum varð gjørd millum SEV, kommunufelagið og landsstýrið, og uppskotið hevur verið til undanhoyring bæði hjá kommunufelagnum, sum eigari av SEV, og SEV sjálvum, umframt samgonguflokkunum og landsstýri.

Í 2017 kom SEV við eini jaligum og framskygdum máli. Nevniliga at øll orka á landi skal vera grøn í 2030. Tað er eitt mál, sum landsstýrið nú eisini hevur sett sær. Men skulu vit kunna bera elkervið inn í framtíðina, mugu vit gera tillagingar í lógini.

Tær tillagingarnar, sum koma nú, eru eitt nú í stuttum hesar:

– Við broytingini verður staðfest, at tað er SEV, sum er eigari av elnetinum og kervisábyrgdari.

– SEV kann framvegis selja streym til fólk, akkurát líka sum tey gera í dag. Afturat tí verður gjørligt hjá øðrum at søkja loyvi at keypa streym frá SEV fyri heilsøluprís, og síðan selja streymin víðari til kundar. Soleiðis kunnu vit til dømis fáa feløg, ið kunnu veita fólki eina varandi orkuskipan (t.d. hitapumpu), seta hana upp hjá fólki og taka váðan av hitapumpuni á seg – og fólk gjalda eitt mánaðargjald fyri hitan. Soleiðis verður tað gjørligt at fáa eina varandi orkuloysn í húsini UTTAN at gera stóru íløguna sum tað er, at seta eina slíka skipan upp, heilt upp í omanfyri 250 túsund krónur. Sjálv haldi eg, at tað hevði verið eitt gott hugskot, um SEV fór undir at bjóða hesa tænastuna, men SEV hevur boðað frá, at tey ikki eru áhugað í at fara undir at annað virksemi enn at framleiða streym.

Les eisini...  Magnus spyr um pant

Fleiri vísa á, at við lógarbroytingini kunnu orkuveitarar pumpa prísin í loft. Men til at fyribyrgja hesum hava vit nú eitt príseftirlit, ið kann halda vakið eyga við, at tað ikki hendir. Okursprísurin, sum føroyingar í nógv, nógv ár hava goldið fyri oljuna, er eitt gott dømi um, at vit hava tørv á einum slíkum príseftirliti.

– SEV hevur alment eftirspurt eina ognartøkuheimild til orkuútbyggingar. Hon er við í uppskotinum.

– Útbyggingar av elframleiðslu omanfyri 1 MW skulu fylgja reglum um útboð, og umsóknarfreistin fyri open-door útboð verður longd til 180 dagar. So feløg hava møguleika at geva mótboð, har tað frammanundan hevur verið ov stutt skotbrá til tað. Tað er til dømis eisini fyri at tryggja, at alt fer rætt fram í útbyggingini av varandi orku, og at avtala ikki er gjørd frammanundan, sum gevur fyrimun til onkran til útboðið, til dømis um lendi.

– Fjarhiti verður nú reguleraður í lóg. Nakað, sum fólk í langa tíð hava sóknast eftir greiðari reglum fyri. Hetta er ein munandi betri brúkaravernd fyri tey, sum í dag eru tvungin at hava fjarhita. Fjarhitavirksemið er nú ásett at skula hvíla í sær sjálvum, ið er sama aðalregla, sum er galdandi fyri virksemið hjá SEV. Eisini verða krøv sett til prísáseting av fjarhita, sum verður tengd at, um talan er um brúksskyldu ella ikki.

– Bæði elframleiðslan og fjarhitaveitingar skulu rokna og upplýsa um CO2-útlátið, sum er knýtt at árligu orkuveitingini. Talan er um tøl, sum kundin eftirspyr meira og meira í sambandi við framleiðslu av ymiskum vørum og tænastum. Serliga vinnukundar, ið skulu rokna útlát av framleiðsluni.

Les eisini...  Ingilín: Skulu sleppa av við øll pantíløt á sama stað

– Um fólk hava sólsellur ella annað lítið elframleiðsluverk, verður nú gjørligt at selja yvirskotið av streyminum til SEV. Soleiðis kunnu øll geva eitt íkast. Meiri lagaligar og ítøkiligar reglur verða ásettar um eginframleiðslu og nýtslu av el, har avlopið kann seljast SEV.

– Árinsmetingar um avleiðingar fyri náttúru og umhvørvi skulu gerast, áðrenn loyvi verða latin til el og fjarhitavirksemi.

Hetta eru alt broytingar, sum eg meti vera neyðugar at gera, tó at eg væl skilji, at skepsis er um, hvat politikarar gera við SEV. Eg vil tó enn eina ferð undirstrika, at uppskotið er gjørt úr frá semju, sum er gjørd við SEV. Harafturat er uppskotið bert sent í hoyring, og eru avlemjandi atfinningar so ber enn til at gera broytingar áðrenn uppskotið kemur í tingið.

Ingilín D. Strøm, landsstýriskvinna í í umhvørvismálum