Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Oyggjaleikirnir í Føroyum vera í 2027

Ynys Mon sær seg ikki ført fyri at hýsa Oyggjaleikunum í 2027, og tí verða Oyggjaleikirnir í Føroyum framskundaðir til at vera í 2027

Fyrr í summar varð kunngjørt, at Føroyar verða vertur fyri Oyggjaleikunum 2031.

Men í dag kunnger ÍSF, at Oyggjaleikirnir, sum skuldu vera í Føroyum í 2031, verða framskundaðir til 2027.

Orsøkin er, at walisiska oyggin Ynys Mon (Anglesey) ikki sær seg ført fyri at hýsa Oyggjaleikunum í 2027.

– Oyggjaleikirnir í 1989 vóru ein stór hending fyri føroyskan ítrótt og fyri føroyska samfelagið í síni heild. Eingin ivi er um, at Oyggjaleikirnir í 2027 aftur verða ein stór hending fyri føroyskan ítrótt og Føroyar, sigur Elin Heðinsdóttir Joensen, forseti í ÍSF.

Hoyr samrøðuna við Elina her