Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tvørligar sáttmálasamráðingar hjá Pedagogfelagnum

Sáttmálasamráðingarnar hjá Føroya Pedagogfelag eru enn ikki komnar á mál

– Verkfallið hjá sjúkrarøktarfrøðingunum, serliga tíðin aftaná, meðan semjan hjá teimum varð tugd ígjøgnum nakrar ferðir og nú er so nøkulunda sodnað, hevur ikki bøtt um samráðingarstøðuna hjá Pedagogfelagnum.

Tað sigur formaðurin í Føroya Pedagogfelagnum, Jógvan Philbrow, í seinastu útgávuni av Pedagogblaðnum, nú sáttmálasamráðingarnar hjá Pedagogfelagnum enn ikki eru komnar á mál.

Arbeiðstíðarreglur arga eisini í samráðingunum hjá Pedagogfelagnum, ásannar Jógvan Philbrow. Sjálvur karmurin er eisini ein trupulleiki, tí felagið kann ikki góðtaka, at fyrsta sáttmálaárið skal ganga heilt til 1. apríl næsta ár, áðrenn námsfrøðingarnir fáa ta lønarhækkingina, sum onnur fáa afturvirkandi frá 1. oktober í ár.

– Eg skal hugsavna meg um okkara samráðingar, og ikki um, hvat onnur hava fingið ella ikki fingið. Men sjálvandi hoyri eg, hvat partarnir siga. Tað eru ógvuliga nógv prinsippir í hesum við arbeiðstíðarreglum, sigur formaðurin.

Tær snúgva seg í stóran mun um at kompensera tey, sum arbeiða í vaktum ella skeivar tíðir.

– Altso tey, sum ikki passa inn í eina normalviku eftir sáttmálanum, sigur hann.

Les meiri á heimasíðuni, við at fylgja slóðini niðanfyri:

https://pedagogfelag.fo/…/gjogvin-veksur-og…/