Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Nakrir vindskaðar fráboðaðir

Talan er um smærri skaðar. Aftur í nátt hevur onkur stolið rúsdrekka

Tað hevur verið nakað av vindi í gjár og í nátt, og nakrir vindskaðar eru fráboðaðir.

Talan er um smærri skaðar á klædning á nøkrum húsum, og so eru nakrar takplátur eisini farnar við vindinum.

– Fráboðanirnar eru fyri tað mesta komnar úr Havn og Sandoynni, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá.

Í dag verður eisini nakað av vindi. Føroyska veðurstovan sigur, at tað verður strúkur í vindi upp í skrið av landnyrðingi, 13 til 18 metrar um sekundið, í støðum eitt skifti upp ímóti 20 metrar um sekundið. Seint út á kvøldið hækkar ættin upp í norðan, og fyrrapartin fríggjadagin verður tað frískur vindur upp í hvassan vind norðan, 10 til 15 metrar um sekundið.

Vegna veður avlýsti Smyril eisini sína fráferð av Krambatanga.

Heimasíðan hjá Strandferðsluni skrivar, at farið verður av Krambatanga klokkan 13 og av Havnini klokkan 17. Síðan verður ikki siglt meir fyri dagin. Bygdaleiðir í Suðuroy koyra í samband við fráferð og komu hjá Smyrli í dag.

Standferðslan skrivar eisini, at fyri veður er fyribils eingin sigling Svínoy og Fugloy í dag.

Rúsdrekka stolið
Fyrrakvøldið var rúsdrekka stolið úr einum fluguskápi í Havn, og aftur í gjár hevur onkur stolið rúsdrekka – hesa ferð úr einum hjalli í Havn.

Vaktleiðarin greiðir frá í morgun, at løgreglan fekk eina fráboðan stutt fyri midnátt í gjár, at brennivín, øl og cider varð stolið úr einum hjalli í Havn, ið var ólæstur.