Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fiskimannafelagið heldur landsfund í dag

Klokkan 10 byrjar árligi landsfundurin hjá Føroya Fiskimannafelag

Føroya Fiskimannafelag hevur sín árliga landsfund á Panorama í morgin 28. desember.

Á fundinum verður lagt upp til broytingar í lógum felagsins.

Jákup Petur Bærentsen frá fyritøkuni Stýr greiðir frá um fiskiárið 2023 í tølum og við áhugaverdum samanberingum.

Byrjað verður við morgunmati klokkan 9.30, og klokkan 10.00 byrjar sjálvur landsfundurin, har seks mál eru til viðgerðar:

– frágreiðing frá virki felagsins í farna ári
– framløga av grannskoðaðum roknskapi til góðkenningar
– val av grannskoðara
– ásetan av limagjaldi
– uppskot frá stjórn og limum
– annað

Umleið klokkan 11.30 leggur Jóan Petur Bærentsen fram sína frágreiðing

Eisini fer kórið Silvitni at syngja nakrar sangir.