Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sera hált í miðstaðar- og norðurøkinum

Løgreglan heitir á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni

Landsverk sigur, at tað er hált í støðum á mið- og norðurøkinum.

Løgreglan boðar frá, at tað er sera hált í høvuðsstaðnum, har fleiri fráboðanir eru komnar um hálku.

Tí heitir løgreglan á bilførarar um at ansa sær í ferðsluni.

Eisini er øll óneyðug koyring á Gjáarvegnum frárádd í løtuni, tí har er bæði nógvur vindur og jarðrok.

Annars verður víst verður til heimasíðuna hjá Landsverk.