Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti

7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024

Í kunngerð um at skipa fiskiskapin eftir svartkjafti við fiskiførum undir føroyskum flaggi í 2024 er ásett, at 7.000 tons eru tøk til vinnuligar fiskiroyndir eftir svartkjafti í 2024.

Kvotan kann fiskast í føroyskum sjógvi, í íslendskum sjógvi og í NEAFC-skipanarøkinum.

Tey, ið ætla at fremja royndir innan økið, skulu senda Fiskivinnu- og samferðslumálaráðnum umsókn.

Umsóknarfreistin er kl. 12.00 mánadagin 22. januar 2024.

Umsóknarblað fæst her.

Eins og áður verður serstakur dentur lagdur á menningar- og nýskapanarvirðið í royndunum.

Umsóknir skulu lýsa endamál og tíðar- og kostnaðarætlan fyri royndirnar, umframt upplýsingar um fiskifar, reiðskap, útgerð og leiðir.

Upplýsast skal, hvat fiskifar skal fiska fiskin, nær, hvussu fiskurin verður goymdur umborð, og hvussu hesin kemur til høldar. Greiðast skal frá, hvussu fiskurin verður virkaður í landi eisini.

Verður fiskað til matna og ídnað á sama túri/túrum, er fyrimunur, at fiskifar/fiskifør hava egna kvotu til ídnað eisini. Bert brøkpartur av kvotu, latin til matna, kann fara til ídnað.

Leinkja til kunngerðina.