Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Tveir dagar gera stóran mun

Ein blaðungur norðuríri vann sær fast pláss á United-liðnum.

Fimm ár eftir flogvanlukkuna í München vann Manchester United FA Cup-finaluna í 1963. Teir settu sær fyri at vinna meistaraheitið, men Denis Law, sum hevði spælt eitt frálíkt fyrsta kappingarár við United, kravdi at fáa meira í løn. Lønarstigið hjá United var lágt, men Sir Matt Busby fann seg ikki í, at nakar setti seg høgri enn liðið og tískil mátti Law bróta feriuna av, koma aftur úr Skotlandi og standa skúlarætt framman fyri Busby.

Manchester United fekk kortini ein framúrskarandi byrjan upp á kappingarárið 1963-64, tí liðið fekk 12 stig upp á fyrstu sjey dystirnar (tá 2 stig fyri vunnan dyst) og 1. September spældi bara 17 ára gamli George Best fyrstu ferð framman fyri 50.435 áskoðarum. United-fjeppararnir sóu ikki George Best aftur fyrr enn vikuna millum jólaaftan og gamlaárskvøld, tí Busby sendi hann á feriu.

Annan jóladag skuldi United spæla ímóti Burnley á Turf Moor. Tá var Burnley at rokna millum fremstu liðini í Onglandi og hevði vunnið meistaraheitið í 1959-60 umframt tveyari í 1961-62. Burnley foldaði seg veruliga út og vann heili 6-1, har Andy Lochhead skoraði 4 av málunum.

Tveir dagar seinni – 28. desember 1963 – møttust liðini aftur á Old Trafford, men undan dystinum sendi Busby boð eftir Best, sum kom við næsta flogfarinum. George Best spældi ein framúrskarandi dyst og skoraði eitt mál, tá United nú knappliga vann 5-1. Best hevði vunnið sær fast pláss á liðnum.

Kappingarárið endaði kortini við, at Liverpool vann meistaraheitið við 4 stigum framman fyri United á 2. plássi. Law gjørdist toppskjútti við 30 málum og varð kosin ársins leikari í Europa, men United mátti bíða eitt ár eftir gullinum.