Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Teir reyðu komu afturíaftur

Dystirnir millum Liverpool og Newcastle eru nakað fyri seg.

Tann 28. desember 1998 var Liverpool afturúr 0-2 ímóti Newcastle, men kom afturíaftur og vann dystin 4-2 framman fyri 45.000 áskoðarum á Anfield. Øll 4 Liverpool-málini komu innan fyri 17 minuttir í seinna hálvleiki.

Undan dystinum vóru 4 stig á muni millum liðini, har Newcastle lá á 12. plássi við 24 stigum, meðan Liverpool lá á 9. plássi við 28 stigum. Teir reyðu Spice Boys høvdu ikki havt bestu fyrireikingarnar, tí miðlanir høvdu fingið frænir av skilinum í jólaveitsluni, har nektardansur hevði verið á skránni eins og Jamie Carragher gekk klæddur sum Klokkarin frá Notre Dame.

Liðskiparin hjá Liverpool, Steve McManaman, noyddist út við skaða miðskeiðis í fyrra hálvleiki og inn kom hin blaðungi Steven Gerrard, sum aftur varð útskiftur í steðginum fyri David Thompson.

Tá útivið ein hálvur tími var spældur, legði miðvallarleikarin hjá Newcastle, Nolberto Solano, gestirnar á odda 1-0, men teir noyddust at leggja seg langt aftur á vøllin, tí miðvallarleikarin, Dietmar Hamann, sum seinni spældi við Liverpool, fekk sítt seinna gula kort og varð útvístur. Kortini megnaði Newcastle at revsa Liverpool eftir eina verjuvillu og innskiftarin Andreas Andersson legði gestirnar á odda 2-0, tá okkurt um ein tími var leiktur.

Miðskeiðis í seinna hálvleika broytti áleyparin Michael Owen kósina á bóltinum, tá Carragher skeyt upp á mál. Fimm minuttir seinni javnaði týski áleyparin, Karl-heinz Riedle, tá málverjin Shay Given hálvbjargaði í fyrstu atløgu. Og uppaftur átta minuttir seinni hálvbjargaði Given aftur, tá Owen skeyt upp á mál, men Owen var fyrstur á bóltinum og legði Liverpool framum 3-2. Seks minuttir fyri leiklok tryggjaði Riedle Liverpool 4-2 sigurin.