Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Eldur í ruskbingju

Eingin er undir illgruna fyri eldáseting, eftir at eldur kom í eina ruskbingju í Árnafirði. Her er seinasta døgnið í løgreglufrágreiðingini

Seint seinnapartin í gjár fekk løgreglan eina fráboðan um, at eldur var í einari ruskbingju í Árnafirði.

– Eingin er undir illgruna fyri eldáseting, men vit fara at kanna málið, so vit fáa staðfest, hvussu eldur kom í bingjuna, greiðir vaktleiðarin hjá Føroya Politi frá í morgun.

Talan er helst um fýrverk, sum er burturbeint, men har kanska onkur glóð enn hevur verið.

Í hesum sambandi heitir løgreglan á fólk um at tryggja sær, at fýrverk verður beint burtur á rættan hátt, har tað helst hevur ligið í vatni, áðrenn tað verður koyrt burtur.

Vaktleiðarin greiðir frá, at tað var tíbetur ikki nógv rusk í bingjuni, so eldurin var ikki stórur, og skjótt gekst at sløkkja eldin.

Í nátt varð boðað frá húsaófriði í einum húsum í Havn, har eitt fólk, sum ikki búði í húsinum, var til ampa fyri onnur, og tí bleiv viðkomandi tikin við á løgreglustøðina, har hann hevur ligið náttina og sovið rúsin av sær.

Eitt harðskapsmál hevur verið í Vági, har nakrir ungir mans vóru ósamdir um eitthvørt, og tað endaði við, at nevin var á lofti. Løgreglan hevur havt ein mann til avhoyringar í samband við hetta málið.

Tað hevur verið nøkur mál í seinastuni, har rúsdrekka hevur verið stolið úr hjallum og fluguskápum kring landið, og í gjár var aftur ein tílíkur tilburður fráboðaður løgregluni – hesa ferð var rúsdrekka stolið úr einum hjalli í Miðvági.