Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool á meistarakós

Liverpool er á odda, men hvør verður enskur meistari?.....

Eftir sera undirhaldandi dystin í gjárkvøld millum Liverpool FC og Newcastle FC, er Liverpool nú einsamalt oddalið í Premier League. Gary Neville segði eftirfylgjandi í egnum podcasti, at Liverpool byrjar at líkjast liðnum, ið kappaðist við Manchester City um 1. plássið, árini 2018-2021.

Tað, ið Liverpool vísti í gjár, gongur eisini undir við útsøgnini hjá Neville. Teir vóru greitt betra liðið, áttu 63% av øllum spælinum og høvdu 15 royndir á mál. Tann nógv kritiseraði Martin Dúbravka í Newcastle málinum stóð seg væl og varð besti leikarin á vøllinum tann fyrsta tíman. Liverpool kundi longu tá, hava skorað 4 mál, í einum dysti, har xG hjá heimaliðnum varð 7.

Liverpool møttu einum skerdum Newcastle liðið, ið í løtuni manglar lyklaleikarar sum Nick Pope og Kieran Trippier, hetta forðaði tó ikki manningi hjá Eddie Howe, at geva stórspælandi Liverpool skarpan gang í fyrsta hálvleiki, serliga í tí kroppsliga partinum av spælinum. Tíðliga í seinna hálvleiki leggur Liverpool seg á odda eftir flott spæl. At enda, er tað Darwin Nunes, ið spælir bóltin uppá tvørs til Mohammed Salah, ið við leggur eina trygga innarsíðu á. Newcastle eru skjótir at svara aftur og í 54 minutti megnar Alexander Isak at javna í einari støðu, har Liverpool verjan ikki er nóg stinn og avgreidd.

Newcastle roynir tað, ið teir eru megnir at halda Liverpool burtur frá málinum, men leikliga var heimaliðið so væl omaná og fær niðurbrotið ta defensivu linjuna hjá Newcastle tvær ferðir í 74′ og 78′. Fyrst Curtis Jones og síðani Cody Gakpo. Eftir 80 minuttir fær Newcastle horna og Sven Botman sleppur ótarnaður at skalla bóltin í netið og spenningur var aftur í uppgerðini. Liverpool var tó leikliga omaná alla hesa løtuna og annars væl leikandi, Martin Dúbravka, ger í 85 minutti brotsspark í nærdysti við Diogo Jota. Salah skýtur brotsspark fyri æðru ferð í dystinum, men setir hann hesuferð trygd inn og skoraði til endaliga úrslitið, 4-2.

Les eisini...  Klædnareglur í fólkaskúlanum til politiska viðgerð

Liverpool er sostatt framvegis einsamalt oddalið í Premier League. Teir eiga hóast nógva átalu, bestu verjuna í Premier League í ár og einans Manchester City hevur skotið fleiri mál.

Mo Salah hevur funnið formin aftur og er deildur toppskjútti á 14 málum, saman við Erling Haaland úr City. Við 8 uppleggum, hevur hann eisini lagt upp til flest mál, saman við Ollie Watkins úr Aston Villa.

Eftir 20 umfør, er Liverpool oddalið í Premier League við 45 stigum. Manchester City eigur ein dyst til góðar, men kann bert koma upp á 43 stig, um teir vinna.

Í kvøld, verður tað West Ham, ið tekur ímóti Brighton, klokkan 19:30, á London Stadium.