Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Liverpool nummar eitt – hvussu verður í mai?

Hvussu klárar Liverpool seg uttan Salah? Her er Liverpool sending nummar 122. Gestir vóru Janus úr Dímun og Sigurjón Einarsson

Tosað var um seinasta dyst móti Newcastle, sum Liverpool vann 4-2.

Mohamed Salah skal spæla í Africa Cup of Nations komandi mánaðin, men hevur Liverpool nakran upplagdan avloysara?

Eisini verður hugt í glaskúluna, hvussu Liverpool fer at stilla liðið móti Arsenal í triðja umfari av FA Cup, og hvørji eru útlitini fyri, at Liverpool enn verður nummar eitt í mai.

Tað tosaðu gestirnar í dag, Janus úr Dímun og Sigurjón Einarsson, eitt sindur um í Liverpool-sendingini í dag.

Vertur er Trygvi Absalonsen.

Hoyr sendingina her: