Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Sorgarleikurin vitjaði aftur á Ibrox leikvøllinum

Myndugleikarnir kendu til trupulleikan, men lótu standa til.

Fyrstu ferð, at heimavøllurin hjá Glasgow Rangers, Ibrox leikvøllurin, var karmur um raman sorgarleik, var 5. apríl 1902, tá 68.114 áskoðarar vóru savnaðir til landsdystin millum Skotland og Ongland. Dysturin var júst byrjaður, tá áskoðaraplássini, sum vóru úr træi, smokkaðu saman “sum ein fella”. Knappliga kom eitt eitt hol upp á 20 fermetrar til sjóndar og umleið 125 fólk smullu til jarðar einar 15 metrar undir áskoðaraplássunum. Tey flestu yvirlivdu, tí tey duttu oman á onnur, men 25 áskoðarar lótu lív, meðan 517 onnur vórðu løstaði. Nøkur vórðu kroyst orsakað av skelkinum, sum vanlukkan hevði við sær.

Tann 2. januar 1971 smokkaði ein trappa á Ibrox leikvøllinum saman undir trýstinum frá spentum áskoðarum, har 66 fjepparar doyðu og fleiri enn 200 aðrir vórðu løstaðir. Tað er framvegis størsti sorgarleikurin í Skotlandi og næststørsta vanlukkan í Stóra Bretlandi eftir Hillsborough.

80.000 áskoðarar vóru savnaðir til Old Firm-grannauppgerðina, tá trappa nr. 13 smokkaði saman í seinastu minuttunum av millum Glasgow Rangers og Celtic. Støðan var framvegis 0-0 í 89. minutti, tá Jimmy Johnstone skoraði fyri Celtic og legði gestirnar á odda 0-1. Tá rýmdu fleiri Rangers-fjepparar.

Í síðsta minutti av yvirtíðini javnaði áleyparin hjá Rangers, Colin Stein, og tað førdi til eitt ordans ýl millum Rangers-fjeppararnir, sum framvegis vóru til dystin. Eftir dystin varð hildið, at trappan smokkaði saman orsakað av, at Rangers-fjepparar royndu at koma inn aftur á leikvøllin, men kanningin eftir dystin, kom til ta niðurstøðu, at vanlukkan hendi bara av trýsti frá áskoðarum, sum vóru á veg út.

Myndugleikarnir kendu væl til trupulleikan í sambandi við trappu nr. 13, tí tveir fjepparar vórðu dripnir undir Old Firm-grannauppgerðini í september 1961, átta vórðu løstaðir í september 1967 og 24 onnur vórðu særd í januar 1969.

Les eisini...  Miðlar - Tottenham setur Ange Postecoglou sum nýggjan venjara

Í 2001 reistu tænastufólk hjá Rangers ein minnisvarða fyri at heiðra ofrunum. Øll nøvnini á teimum 66 fjepparunum standa á minnisvarðanum umframt ein standmynd av John Greig, sum var liðskipari á liðnum handa vanlukkuliga dystin.