Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Top of the League

Fyrsta Liverpool-sendingin í ár verður í dag

Aftur trý stig á Anfield eftir ein 4-2 sigur á Newcastle, sum burdi verið væl størri! Salah fekk tvey mál og eitt assist, og Endo spældi aftur hesa ferð ein fínan dyst á miðvøllinum, men Liverpool mugu nú klára seg uttan hesa báðar, sum fara ávíkavist til AFCON og Asian Cup.

Hvør fer nú spæla úti á høgra vongi?

Szoboszlai fór út við skaða, men maður kemur í mans stað, tí kappingin um pláss á miðvøllinum er harðari enn nakrantíð.

Vit fara eisini at snakka eitt sindur um hvat hæddarpunktið hevur verið í 2023. Hvat var tykkara hæddarpunkt?

Gestirnir hesa ferð eru Janus Úr Dímun og Bogi Simonsen

Tit eru vælkomin at skriva inn á 559999, um tit hava okkurt upp á hjarta.

Lurtið við á FM1 hvønn týsdag klokkan 16.