Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fylgjast í flokki

Tað er ein kensluborin løta, tá sangurin byrjar og tú fært lættliga gásarhold, um tú sjálvur ert á staðnum.

Tað var kappingarárið 1963-64, at sangkórið á Anfield av álvara byrjaði at hoyrast. At byrja við vóru tað smá herróp og fleiri av teimum eldru høvdu ilt við at rópa við, men so líðandi vórðu rópini býtt um við ordiligar og snøggar sangir, har tónleikalívið og fótbóltsmentanin í býnum fóðraðu hvørt annað fyri at skapa eina rúsandi kenslu av bjartskygni.

Í býnum Liverpool hendu eisini aðrar slóðbrótandi hendingar í fyrri helvt av teimum væl svingandi 1960-árunum, sum ávirkaðu The Kop – hitt altíð stúvstappaða, vaggandi áskoðaraplássið aftan fyri annað málið, sum aldaði sum ein livandi vera við høvdum í túsundatali aftan fyri lágu girðingina. Býarmenninir í The Beatles løgdu heimin undir seg við einføldum, ódoyggjandi poppsongum og longum hársniði, og tað sonevnda ”Beatlemania” og tað í aðramáta lívliga tónleikalívið í býnum gav The Kop íblástur til at syngja.

Tað hekk saman við, at ljóðútgerðin á Anfield fram til dystarbyrjan spældi tann nýggjasta 10 av teimum bestu á tí enska hittlistanum og endaði við nummar eitt, meðan spælararnir runnu inn á vøllin. Allur áskoðarapallurin sang við, og í fleiri førum yrkti The Kop sjálvt víðari undir dystinum – fyri at stuðla Teimum Reyðu og fyri at ørkymla mótstøðuliðið. Eitt nú sungu fjeppararnir ”We love you – Yeah! Yeah! Yeah!” eftir lagnum frá The Beatles-landapláguni ”She Loves You”, men kundu so syngja “He loves you – Yeah! Yeah! Yeah!”, tá vøddamýkjarin hjá mótstøðuliðnum hjálpti einum haltandi leikara av vøllinum.

Um heystið 1963 var kortini ein ávísur sangur ovast á hittlistanum – tulkingin hjá staðbundna tónleikabólkinum Gerry & The Pacemakers av “You’ll Never Walk Alone” frá sangleikinum “Carousel” hjá Rodgers/Hammerstein við teimum vælkendu ørindunum frá 1945:

Les eisini...  Parkeringin í Gundadali verður aftur skipað

When you walk through a storm

Hold your head up high

And don’t be afraid of the dark.

At he end of the storm

Is a golden sky

And the sweet silver song of a lark.

Walk on through the wind,

Walk on through the rain,

Tho’ your dreams be tossed and blown.

Walk on, walk on

With hope in your heart

And you’ll never walk alone,

You’ll never walk alone.

Ein sangur um at stríðast, um stoltleika, mótgongd og samanhald – og um at goyma vónina í hjartanum. Tað talaði beinleiðis til tey ærukæru kopites, so sjálvt tá sangurin ikki longur lá nummar eitt, og aðrar landaplágur rungaðu út yvir Anfield, helt The Kop áfram við at syngja ”You’ll Never Walk Alone” upp undir dystarbyrjan. Ein felagssangur var føddur.

Bretski rockbólkurin fekk eisini íblástur frá You’ll Never Walk Alone, tá teirra fjepparar trivu í sangin eftir eina tónleikaframførslu hjá rockbólkinum í Bingley Hall í Stafford. Sjálvur ynskti rockbólkurin, at fjeppararnir skuldu syngja, veittra og savnast um ein bjartskygdan sang. Tað endaði við, at Freddie Mercury, sum sjálvur hevði búð eitt skifti í Liverpool, skrivaði mega hittið “We Are the Champions”.

Forsangarin í Gerry & The Pacemakers, Gerry Marsden, andaðist henda dagin í 2001, men tað er onki, sum týðir uppá, at hansara vælumtókti sangur fer at fjara burtur á Anfield enn á sinni.