Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Løgmaður tók ikki nýggjársrøðuna upp av nýggjum – takkaði heldur í tíðindaskrivi

Røðan hjá løgmanni var tikin upp longu 29. desember, men Aksel V. Johannesen var kunnaður nýggjársaftan um, at Margreta drotning fór at leggja frá sær. Løgtingsmaður finnist nú at løgmanni, tí hann ikki broytti sína løgmansrøðu

Hvørki Føroya Løgmaður ella formaðurin fyri grønlendska Naalakkersuisutnevndu drotningina og avgerð hennara um, at hon fór frá í sínum nýggjársrøðum, hóast teir vóru vitandi um hetta.

– Vit umrøddu á Løgmansskrivstovuni, um vit skuldu taka røðuna upp av nýggjum, men valdu ikki at gera tað.

Tað sigur Aksel V Johannesen, Løgmaður, við Kringvarpið, hóast hann var kunnaður um hetta fleiri tímar, áðrenn røða hansara varð send í Kringvarpinum.

Ístaðin fyri takkaði Løgmaður drotningini fyri hennara “stóra ídnið og trúfestið sum drotning okkara í samfull 52 ár” í einum tíðindaskrivi, sum bleiv send miðlunum nýggjársaftan, eftir at drotningin hevði hildið sína nýggjársrøðu.

Víðari stendur at lesa í tíðindaskrivinum, at:

“Í einum heimi, sum støðugt er broyttur øll hesi árini, hevur Hennara Hátign Margreta Drotning verið ímyndin av støðufesti og tign.

Eg trúgvi, at eg tosi fyri flest allar føroyingar, tá eg sigi, at vit eru errin av at hava havt Hennara Hátign Margretu Drotning sum drotning”, sigur Aksel V. Johannesen í tíðindaskrivinum.

Løgtingsmaður finnist at Løgmanni
Danskir miðlar hava skrivað eitt sindur um, at hvørki Løgmaður ella formaðurin fyri Naalakkersuisut ikki nevndu drotningina í sínum nýggjársrøðum, men eisini her heima verður kjakast um, hvørt tað var rætt ella ikki at Løgmaður ikki nevndi drotninga í sínari røðu nýggjársaftan.

Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at Aksel V. Johannesen eigur at koma við einari treytaðari umbering fyri ikki at taka røðuna upp av nýggjum, men eisini at geva Kringvarpinum skuldina fyri, at hetta ikki var gjørligt vegna tað, at eitt starvsfólk hjá Kringvarpinum skuldi til arbeiðis nýggjársaftan, um røðan skuldi verið tikin upp av nýggjum.

Les eisini...  Paul Watson hevur ikki verið innan fyri 12-fjórðingamarkið aftur

– At Kringvarpið ikki hevur ráð at gjalda fólki yvirtíðarløn er beinleiðis ósatt. Fyri tað fyrsta, so er tað ein persónur frá KvF, sum skal til fyri at taka upp umaftur fyri Kringvarpið er mær upplýst, og so eitt fólk at stýra promtara frá løgmansskrivstovuni. Tað burdi ikki verið so trupult, serliga havandi i huga, at øll útgerðin hjá KvF hevur staðið á løgmansskrivstovuni, har tað stóð uppi og kundi nýtast beinavegin, um so var, skrivar Johan Dahl í dagføring á Facebook.

Hann heldur, at Løgmaður og hansara umsiting á hendan hátt lítisger, at Margreta drotning hevur verið okkara drotning í 52 ár, men sum nú leggur frá sær.

– Hetta eigur ikki at fara óátalað aftur við borðinum, sigur hann.

Múte takkaði eisini drotningini í tíðindaskrivi
Í gjár kom formaðurin fyri grønlendska Naalakkersuisut, Múte B. Egede, við útsøgn, har hann takkaði Margretu drotning fyri drúgva tænastu.

– Vegna Naalakkersuisut og grønlendska fólkið, so vil eg takka Hennara Hátign Margretu drotning Margeta tann 2. fyri hennara 52 ára virki sum drotning, og eisini fyri hennara eldhuga og áhuga fyri Grønlandi. Margreta drotning hevur verið væl dámd og vird av grønlendska fólkinum, sigur Múte B. Egede í einari útsøgn.