Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

90’ini umaftur í Høllini á Hálsi 9. mars

Set X í álmannakkan tann 9. mars, tí tá fara vit aftur á ferð í 1990’ini

Høllin á Hálsi verður karmur um hetta risa tiltak. Har verður tónleikur, móti, undirhald, vinir, og alt annað, sum hoyrir 90unum til. Eitt heilt kvøld við tí feitasta frá 90unum. Kom við!

Nøvnini verða avdúkað so hvørt tiltakið nærkast, men vit kunnu longu nú avdúka, at tit nokk kenna – ella hava hoyrt sangir – hjá teimum øllum somlum.

Tiltakið er kl 21:00-03:45 og alt kvøldið er spekkað av góðum tónleiki.

Atgongumerki verða sett til sølu á ebillett.fo mánadagin 8. januar kl 08:00, og fyrstu 24 tímarnir verða tey seld fyri serprís. Tað er 25 ára aldursmark til tiltakið.

90’ini umaftur er stuðlað av Atlantic Airways, OY og Hotel Djurhuus.