Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

HSF sett nýggjan stjóra

Andrass Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya

Hondbóltssambandið hevur sett nýggjan stjóra.

Andrass Thomsen, sum vit best kenna innan fótbóltsheimin, er nýggjur stjóri í Hondbóltssambandi Føroya.

Starvsnevndin hjá Hondbóltsambandi Føroya viðmerkir, at fakligu førleikarnir og royndirnar hjá Andrassi hóska væl til tann starvsprofil, sum HSF hevur ynskt, har stjórin skal standa fyri umsiting og leiðslu í sambandinum.

Andrass er 36-ára gamal og búsitandi í Hoyvík.

Heimasíðan hjá Hondbóltssambandinum skrivar, at Andrass er útbúgvin løgfrøðingur og hevur millum annað áður starvast við ítróttaumsiting í Fótbóltssambandi Føroya og við løgfrøði hjá Ríkisumboðnum.

Andrass Thomsen tekur við starvinum eftir Hans Jón Thomsen, og hann byrjar í starvinum tann 1. februar.