Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Breti leingir við B71

Richard Goffe og B71 hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

Fyrireikingarnar til komandi kappingarár er í hæddini, og nú er greitt, at B71 heldur fram við sama venjara, sum hevur knýttur til felagið síðan 2020.

– Richard Goffe verður sáttmálabundin í tvey ár afturat, og verða hesi fimta og fimta árið arbeiðssami bretin er ein av oddamonnunum fyri Sandoyar Ítróttarfelag, skrivar B71 á heimasíðu sínari.

Richard Goffe, ið verður 42 ár um nakrar dagar, kemur úr Bretlandi, upprunaliga úr London.

Áðrenn hann kom í Sandoynna, arbeiddi hann í tvey ár í Vestmannaoyggjunum í Íslandi, har hann starvaðist sum venjari hjá íslendska felagnum ÍBV, umframt at hava drúgvar royndir sum fótbóltsvenjari í navnframum enskum feløgum sum Reading og QPR, og var eisini venjari í Kina eitt skifti.

Heimsíðan hjá B71 skrivar, at fyrstu árini var Richard virkin við bæði 1. deild og barna- og ungdómsarbeiðinum og legði grundarlagið fyri tí virksemi vit hava í dag, men framyvir er barna- og ungdómsvenjingin løgd meiri út til venjarar, ið høvuðsungdómsvenjarin varar av, ið sostatt merkir at Richard framyvir hevur størri fokus 1. deild mansliðið, umframt ávís eldri ungdómslið hjá felagnum.

– Vit gleða okkum til tvey ár afturat og komandi dagarnar verða seinastu avtalurnar um venjaratoymi hjá 1. deild gjørdar og kunngjørdar her á síðuni, skrivar B71.

B71 endaði í fjør á fimta plássi í 1. deild.