Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Heldur ikki í ár sleppur nakar út í Mykineshólm

Atlit til lundastovnin viga tyngri enn ferðafólk, sigur hagapartarnir í Mykinesi

– Fyri at geva lundanum frið í bútíðini, verður ikki latið upp fyri ferðafólkum at ganga út í Hólm komandi summar.

Tað skrivar hagapartarnir í Mykinesi í einum tíðindaskrivi.

Í 2021 var omanlop úti í Lamba og ein partur av lopinum rakti umleið 30 – 50 metrar av gøtuni, ið tískil má flytast. Eftir tilmæli frá Jarðfeingi varð øll gongd steðga inntil nærri kanningar kundu staðfesta, hvussu støðan var.

Yvirfriðingarnevndin hevur staðfest avgerðina hjá Friðingarnevndini í Vágum um at loyva at flyta hetta petti av gøtuni og metingar hjá Jarðfeingi hava víst, at tað ikki er øktur vandi fyri, at tað stendur til at loypa meir.

– Hóast neyðug loyvi og nøktandi trygdarmeting, er avgjørt at atliti til lundastovnin vigar tyngri og tí verður ikki latið upp fyri túrinum út í Hólm í 2024, skriva hagapartarnir í Mykinesi.

Felagið skrivar, at royndirnar frá í fjør vístu, at tað er ein avgjørdur fyrimunur at ferðafólkini ganga í bólkum við ferðaleiðara eftir einum skipaðum leisti og tí verða túrarnir í 2024 skipaðir eftir sama leisti, við somu treytum og túrum.

– Hetta merkir, at tað einans eru vaksin útlendsk ferðafólk og vinnulig ferðavinna, ið rinda fyri ferðaleiðara og gongugjald. Prísurin er eisini óbroyttur, nevniliga 400 krónur um bókað verður í seinasta lagi dagin fyri á www.hiking.fo. Føroyingar og børn gjalda framvegis einki, men tað er neyðugt, at øll bóka túrin á hiking.fo. Verður túrurin avlýstur vegna veður fáa ferðafólkini peningin aftur, skrivar felagið.

Fyri at verja náttúru, fugla- og djóralív, so verður tað bert møguligt at ferðast í Mykinesi í tíðarskeiðinum frá klokkan 10 – 17, har allir túrar skulu vera við ferðaleiðara.

Les eisini...  Lóg um "gongd í haga" send til hoyringar

Felagið skrivar, at trivnaðurin í bygdini hevur stóran týdning og tað er umráðandi at bygdarfólki eisini fær frið frá nógvu ferðafólkunum. Tað er eitt ynski frá bygdarfólkunum at teirra ynski verða vird. Fyri møguligar túrar uttanfyri hetta tíðarskeið skal biðjast um loyvi í hvørjum einstøkum føri.

– Aðalmálið við samtyktini á grannastevnuni í 2017 var at skipa ferðavinnuna í Mykinesi á burðardyggum grundarlagi við neyðugum atliti til at verja náttúru, djóra- og fuglalív best møguligt.

Síðani 2017 hevur verið arbeitt fram ímóti einari loysn, ið tekur hesi atlit, samstundis sum ferðafólkini fáa eina góða uppliving uttan at tað órógvar náttúru, djóra- og fuglalívið og tey sum búgva í oynni minst møguligt, skriva hagapartarnir í Mykinesi.

(Mynd: Wikimedia)