Lurta eftir FM1 og Voxpop á netinum

Fleiri tikin fyri at koyra við ov nógvari ferð

Níggju bilførarar koyrdu ov skjótt í Vágatunlinum, og ein bilførari koyrdi niðaneftir einum einsrættaðum vegi, har ferðsla bert er loyvd omaneftir ávís tíðspunkt á døgninum

Løgreglan er javnan og kannar ferð í Vágatunlinum í samband við ferðslu til og frá flogvøllinum, og í gjár var løgreglan aftur úti og gjørdi ferðslukanningar har.

Vaktleiðarin hjá Føroya Politi veit í morgun at siga, at níggju bilførarar vórðu tiknir fyri at koyra við ov nógvari ferð í Vágatunlinum.

Átta bilførarar fingu “bert” bót, men hjá tí eina bilførararanum gjørdist tað dýrt, tá hann var máldur at koyra 124 kilometrar um tíman, tí umframt eina stóra bót, sum plagar at vera 3.000 krónur, so missur hann eisini koyrikortið treytað, og skal sostatt taka tað av nýggjum, skal hann ikki missa tað heilt.

Einsrættaður vegur
Við Sankta Frans skúla í Havn, tá skúlarnir byrja um morgunin, er bert loyvt at koyra omaneftir Varðagøtu frá klokkan 07.30 til 08.30, men í gjáramorgunin bleiv ein bilførari tikin fyri at koyra frá Sjúrðagøtu og niðaneftir Varðagøtu, so tað fær viðkomandi eina bót og eitt klipp í koyrikortið afturfyri.